Ein revur gongur úti í kavanum. Tá halin nertir við kavan, fúka neistar burturúr og gerast til norðlýsi. Leygardagin, 27. januar fer Frk. Jacobsen at hava tvær konsertir í Norðurlandahúsinum; eina fyri børn og eina fyri vaksin.
Ein konsert við Frk. Jacobsen er ikki sum ein vanlig konsert, men er ein blandingur av tónleiki, sjónleiki, bókmentum og framførslu. Allar konsertirnar eru ymiskar, so áhoyrararnir vita ongantíð, júst hvat teir skulu rokna við.
Eitt vita vit tó, og tað er, at Frk. Jacobsen hevur sagt, at barnakonsertin í Norðurlandahúsinum snýr seg um ein rev í einum skógi - og at børnini fara í skógin og í søguna við føroysku dansarinnuni, Vár Bech, sum verður við á konsertini.
Frk. Jacobsen er verkætlanin hjá Anju Jacobsen, sum í 2013 byrjaði við EPini Lobsters, og seinni teimum av ummælarum sera nógv róstu útgávunum Thin Dry Sticks (2018) og I HAVEN (2023).
Anja Jacobsen hevur í fleiri ár víst síni kynstur sum tónasmiður, sangari og trummusláari á eksperimenterandi danska og evropeiska tónleikapallinum bæði einsamøll og við verkætlanum sum Selvhenter og Valby Vokalgruppe. Harumframt samstarvar hon við fleiri onnur, m.a. Sara Hamming, sum er leiklistakvinna og ein av stovnarunum av listafólkafelagsskapinum ‘eget værelse’.
Frk. Jacobsen vitjar Norðurlandahúsið í sambandi við Vetrarjazz 2024.
Barnakonsertin verður leygardagin, 27. januar kl 14, og vaksnamannakonsertin verður leygardagin, 27. januar kl 17. Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo.
Norðurlandahúsið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald