2020-01-31 21:48

Ljóskastarar varpa í ymsum litum ljós á tríggjar av myllunum frá kl. 16.00 og fram til midnátt.
Eyðun Eliasen, arkitektur, hevur staðið fyri fagurfrøðiliga partinum av ljóssetingini.
Ljóssetingin varð fyrstu ferð roynd í 2016 í eini royndartíð, har fuglafrøðingur kannaði, hvørja ávirkan vindmyllur og eisini ljósseting hava á fuglalívið.
Kanningararbeiðið var liðugt í 2019, og niðurstøðan í kanningini var, at vindmyllur og ljósseting ikki hava neiliga ávirkan á fuglalívið í økinum.
SEV
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald