
Tað hevur verið kalt hesar seinastu dagarnar. Tó ikki so kalt, at ísur er lagstur á vatnið, men framvið vatninum eru steinarnir fjaldir av glasklárum ísi orsaka av vatninum, sum nógvi vindurin hevur skolað upp.
Fyrrapartin var myndamaður okkara Jens Kr. Vang ein túr fram við Leitisvatni í klára og kalda góðveðrinum, og tók hesar myndirnar í hugnaliga umhvørvinum við Gróthústanga.
Kuldin, sum hevur herjað hesa vikuna støðgar nú á eina løtu. Í morgin boða veðurstovurnar frá lýggjari veðri við regni, men kuldin hevur ikki slept heilt enn. Tí hóskvøldið, fríggjadagin og nakað inn í vikuskiftið verður hann aftur norðan í ættini við kulda og hvøssum norðanvindi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald