Innanlands

Við kenning - uttan koyrikort

Ein bilførari í Havn kom í gjárkvøldið í stórar trupulleikar, tá hann varð tikin í einum stolnum bili. Ein annar bilførari í høvuðsstaðnum tosaði í telefon, meðan hann koyrdi og tveir aðrir fingu klipp

2019-11-08 13:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgreglen hevði í gjár úr at gera við at taka bilførar í Havn, ið ikki hildu seg til lógirnar á ymsan hátt.

Tríggir vóru tiknir fyri at koyra ov skjótt - tann ið koyrdi Yviri við Strond fekk bót, og hinir báðir fingu umframt hetta klipp í koyrikorti. Ein bilførari í høvuðsstaðnum helt í telefonini, meðan hann tosaði, og hann varð tikin í atgerðini.

Mest álvarsamt var, tá løgreglan seint í gjárkvøldið tók løgreglan ein bilførara til eftirlit. Tað vísti seg, at hann hevði kenning, at hann einki koyrikorti hevði, og at bilurin varð stolin. Bilførarin hevði mist sítt koyrikoyrt, men hevði valt at farið at koyra kortini, og tað at hann var ávirkaður og hevði stolið bilin, ger at revsingin verður hørð. 

Umframt klippini og bøturnar í ferðsluni, kom løgreglan á staðið, tá fráboðan kom um, at tveir mans lógu uttanfyri eitt skeinkistað í høvuðsstaðnum og bardust. Talan var tó um hálkuna, ið var til ampa fyri menninar, og tann eini noyddist á Landsjúkrahúsið til kanningar, tí hevði smekkað høvdið í ein vegg.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder