- Í sambandi við at listamaðurin Tummas Jákup Thomsen fylti seksti í fjør, tóku nøkur vinfólk og fjepparar, stig til at skipa fyri einari serligari heiðursframsýning, sum fagnar fjølbroytta avrikinum hjá sermerkta listamanninum úr Norðragøtu.
Hetta skrivar Eysturkommuna á heimasíðu sínari, í samband við at serstaka framsýningin letur upp í Saltangará í morgin. Hon hevur fingið heitið "Við øðrum eygum"
- Heitið á framsýningini sipar bæði til eyðkenda surrealistiska stílin hjá listamanninum – tað, at hann sýnir okkum heimin “við øðrum eygum,” men spælir samstundis við tann dupulta týdningin, sum kann liggja í, at vit á føroyskum ikki hoyra mun á “øðrum” og “ørum,” og at vit kanska mangan eru skjót at síggja “tað øðrvísi” sum “ørt”.
Til hesa heiðursframsýningi eru tað onnur enn Tummas Jákup sjálvur, sum velja út og heingja upp. Tað verður eisini høvi at síggja og keypa nýggjari verk hjá Tummasi, umframt at fyriskipararnir sýna úrval av myndumi, í serligari “fjepparasalon”.
Myndir: eysturkommuna.fo
Framsýningin verður í hølunum hjá arbeiðsmannafelagnum Hæddini í Saltangará. Hesi hølini eru fyri kortum lagaði til at kunna hýsa listaframsýningum, og á Mentanarvikuni herfyri vístu tey seg at hóska sera væl til endamálið, skrivar eysturkommuna.fo.
Framsýningin letur upp í morgin, fríggjadagin 19. mai klokkan 17. Til ferniseringina fer Meinhard Jensen at røða um listina hjá Tummasi. Paula Gaard og Kári Sverrisson spæla eisini nøkur løg. Harumframt verður okkurt serliga gott til góman.
Opið fram til 1. juni, allar dagar millum 16-18 og annars eftir avtalu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald