G! Festivalurin kunngjørdi í gjár eitt heldur serstakt navn til skránna í juli. Talan er um ein fraklending, sum hevur eitt ávíst tilknýti til føroyskan tónleik.
- Yann Tiersen og Quinquis búgva bæði á oynni Ushant í Ermarsundi. Í summar leggja listafólkini úr landi við seglbáti sínum á eina konsertferð, har tey spæla í býum og bygdum í Írlandi, Wales, Skotlandi og Onglandi, ávegis á G! Festivalin.
Hjúnini av oynni millum franska meginlandið og Stóra Bretland hava ymiska tónleikabakgrund. Quinquis er listanavnið hjá Émilie Tiersen, sum er listakvinna, sína egnu mentan og søgu, við modernaðan elektroniskan tónleik.
Quinquis hevur, eins og maðurin, samstarvað við tónlistamann úr Gøtu.
Yann Tiersen hevur eisini samstarvað nógv við Ólav Jákupsson og Orka. Ólavur er ein teimum, sum var knýttur at Grót samtakinum í Gøtu og var áður forsangari og gjørdi sangir í bólkinum Gestir. 51-ára gamli Yann Tiersen hevur fjølbroyttar royndir í tónleikaheiminum og gjørdi millum annað filmtónleikinum til filmin Amélie, ið er spældur næstan eina milliard ferðir á Spotify.
Framførslan hjá hjúnunum á G! um tveir mánaðir er partur av konsertferðm ið varð kunngjørd í dag - sambært Tiersen hjúnunum ein konsertferð sum eingin onnur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald