
- Tað er sjálvsagt als ikki í lagi, at atgongumerkjasølan til landsdystir ikki gongur smidliga. Tí skulu vit hyggja uppá hetta og gera av, um vit skulu hava eina nýggja skipan.
Hetta staðfestir Regin W. Dalsgaard, stjóri í "Við Tjarnir" fyri Portalinum í dag.
Fríggjadagurin 11. apríl var ikki ein so góður dagur fyri Tjarnir, Hondbóltssamband Føroya og atgongumerki.fo. Ein ógvuliga stór mongd av fólki vildi inn at keypa atgongumerki til Føroyar-Ukraina. Skipanin, sum smidliga skal gera, at fólk kunnu keypa síni atgongumerki, krassjaði.
Sí eisini:
Ov stórur áhugi: Heimasíðan krassjaði
Stórir trupulleikar við søluni - umleið 400 atgongumerki eftir
Regin Dalsgaard er greiður í vikuni aftaná, og vit spyrja hann eisini um støðuna sum heild: Kundu ikki fleiri fólk sloppið inn í høllina við Tjarnir, nú tá eftirspurningurin er so stórur til serliga hondbóltsdystirnar hjá manslandsliðnum:
- Høllin við Tjarnir er góðkend til 4.700 fólk til konsertir. Tá hevur man, í mun til hondbóltsdystir, sjálvt gólvið tøkt. Sum nú er, er Við Tjarnir góðkend til 3.050 fólk til hondbóltsdystir. Tað krevur ógvuliga nógv at fáa broytt tað so, at talið hækkast
Stjórin fyri stórhøllini dylur ikki fyri, at tað var ein avgerð, sum man tilvitað tók. At høllin ikki skuldi vera alt ov stór. Hetta hongur millum annað saman við, at man veit ikki hvussu stórur áhugin verður um millum annað fimm ár, og at ynski ikki er, at nógv tóm setur vera til landsdystir..
- Eg trúgvi tó uppá, at áhugin verður eins stórur og eisini innan aðrar ítróttargreinar. Hondbólturin er fyrimynd fyri aðrar ítróttargreinar og ikki minst, at vit arbeiða málrættað eftir at kunna hýsa altjóða kapparnar. Tí karmarnir eru jú fantastiskir.
Sí eisini: Við Tjarnir er longu alt ov lítið til manslandsliðið
Regin Dalsgaard til upplatingartiltakið við Tjarnir (Mynd: Jens Kr. Vang)
Man fegnast um stóra áhugan, og tað hevur verið eitt sindur uppi at vent hvussu man hevði fingið hækka talið av áskoðarunum til ítrótt.
Hetta er tó ikki bara sum at siga. Tað snýr seg um reglugerðir innan trygd - brandtrygd verður nevnd.
Tað er ikki ein ítøkilig ætlan, tí um man skuldi nakað uppum 3.000 fólk til til dømis hondbóltslandsdystir, so er neyðugt við útbygging. Tað er ikki gjørilgt at bara gera ein balkong afturat, og man skal fáa fleiri setur inn, tí tað snýr seg um trygt og reglugerð innan byggisamtykt.
Fyri Regin W. Dalsgaard hevur tað eisini snúð seg um, at tey sum koma til hondbóltsdyst í Hoyvíkshaganum fáa eina góða uppliving.
- Vit kunnu avgjørt ikki linka ov nógv, í mun til at tað skal vera "behageligt" at vera til dyst við Tjarnir. Fólk skulu hava eina heilt góða heildaruppliving og millum annað ikki sita ella standa ov trongt.
11. mai verður aftur fult hús við Tjarnir, tá umleið 3.000 føroyingar fara at stuðla sínum manslandsliðið í stríðnum um at koma til EM og/ella at vinna undanbólkin. Sum nú er, er tað góðkent til 2.200 sitipláss og 850 standipláss kring hallargólvið við Tjarnir.
Sí eisini: Við Tjarnir er longu alt ov lítið til manslandsliðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald