Innanlands

Viðarlund inni í Dølum nærkast

Nú vantar bara endaliga loyvið frá Yvirfriðingarnevndini

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2021-08-04 09:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

“Nú vantar bara loyvi frá Yvirfriðingarnevndini, so skuldi verið klárt at byrja at hegna. Vónandi hoyra vit skjótt frá teimum, so vit kundu fingið sett stikið upp og møguliga sett nøkur trø niður, áðrenn ov langt er útliðið í ár”.

Soleiðis skriva tey fýra, Anni, Janus og Leivur, sum øll eita Sørensen og Bergur Viderø á afturlatna bólkinum á Facebook, ið kallast 'Viðingar á Facebook'.

Tey fýra sita í einum arbeiðsbólki, sum í eina tíð hevur arbeitt við at gera eina viðarlund inni í Dølum sunnan fyri Viðareiði, har sum nýggi tunnilin til Viðareiðis munnar út.

Talan er um eitt øki á tveir hektarar, ið er staðsett millum Dalá og landsvegin, oman móti Tvørdalsá.

Tey fýra skriva soleiðis:

- Hugsanin er, at ein áhugabólkur skal standa sum ábyrgdarhavandi leigari millum festaran, Tummas Thomassen, og kommununa. Bakkafrost hevur latið hegnið, og vilja teir eisini fíggja keypið av trøum og runnum v. m., men arbeiðið við at hegna, planta, gera gøtur v. m. verður alt gjørt sjálvboðið, og taka vónandi mong undir við at geva eina hjálpandi hond, tá klárt verður at byrja.

Lagt verður afturat, at Náttúrufriðingarnevndin fyri Norðoya Sýslu, umboð fyri Búnaðarstovuna og Skógfriðingarnevndina hava verið á staðnum, og at tey halda hetta vera eitt sera gott tiltak at fara í holt við.

- Skógrøkt Landsins er sera jalig, og tað skal ikki standa á frá teirra síðu við ráðgeving um, hvat og hvussu er best at gróðurseta, skrivar arbeiðsbólkurin.

- Kommunan setti seinasta heyst ein arbeiðsbólk, við okkum fýra undirritaðu, at arbeiða við at fyrireika at fáa økið til vega, gera avtalu við festaran Tummas Thomassen, fund við Bakkafrost, samskift við kommununa v. m., og hava allir partir verið stak positivir at samstarva við. Vónanandi taka øll væl undir við hesi ætlan, sum vónandi um nøkur ár verður eitt fríøki til gagn og gleði fyri mong, og ikki minst fyri fuglalívið í økinum. 

[object Object]
(Mynd: Pól Sundskarð)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder