Innanlands

Video: - Frú formaður

Starvsheitini løgtingsmaður og løgtingskvinna eru til viðgerðar í tinginum seinnapartin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-06-04 15:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- So er tað Høgni Hoydal, sum hevur orðið, segði Heðin Mortensen, sum er partur av formansskapinum.

- Ja, frú formaður, segði Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, við einum skálkabros.

Júst harra og frú formaður, løgtingsmaður og løgtingskvinna er tað, sum verður viðgjørt í tinginum seinnapartin.

Ingilín Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi hava lagt uppskotið fram.

Uppskotið fellur helst, tí meirilutin í grein 25 nevndini, sum hevur viðgjørt málið, mælir frá at samtykkja tað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder