Reinføri er av alvara komið í fokus nú coronavirus herjar um allan heimin. Í eyka Degi & viku í kvøld, nú landsstýrið hevði tíðindafund um corona, var verturin John Johannesen raskur við sprittinum.
- Eg havi hendan sprittdunkin her, og havi júst vaskað borðini áðrenn tit stillaðu tykkum her, so tey eru rein, vissaði hann gestirnar, Maritu Rasmussen og Sonju Jógvansdóttir, um.
Tá samrøðan við tær báðar var liðug, vóru tær bidnar um at taka gløsini við sær, og so fór fryntligi verturin i gongd við at spritta borðið, sum næsti gesturin skuldi standa við.
- Ja hetta eru alternativir mátar at gera sjónvarp uppá, men soleiðis eru tíðirnar í løtuni, segði John Johannesen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald