Innanlands

Video: - Ovfarin og ovurfegin um somu leið

Sama hvussu eg seti orðini saman í dag, so raki eg helst ikki akkurát tað, sum eg fein vil siga, segði Jonhard Mikkelsen, sum fekk heiðursløn Vígdisar Finnbogadóttir í kvøld

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-04-15 22:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Eg eri ovfarin tí eg aldrin hevði hugsað tankan, at nakar uttanfyri Føroar fór at fylgja arbeiðinum hjá Sportanum. Og eg eri hjartansfegin, tí virðislønin eitur Vígdis Finnbogadóttir.

Tað segði Jonhard Mikkelsen, tá hann fekk handað fyrstu Vígdisarvirðslønina frá sendiharranum og aðalkonsul Íslands í Føroyum.

Vigdís Finnbogadóttir fyllir í dag 90 ár, og í ár eru 40 ár síðan hon varð vald til forseta Íslands. Hátíðarhald varð sent hjá íslendska kringvarpinum í kvøld, har heiðurslønin varð handað.

Øll sendingin sæst her

Les eisini: Jonhard á Sprotanum fær fyrstu Vígdisarvirðislønina

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder