
Rómur í Íverksetarahúsinum í Klaksvík seinnapartin. Tær báðar Durita Jónsdóttir og Elin Eyðunsdóttir úr NámX við bólkinum Duel hava vunnið DM í íverksetan.
Tað gjørdist greitt fyri løtu síðani.
(Mynd: Íverksetarahúsið)
Tær báðar hava undir navninum North Atlantic Skincare framleitt húðkrem úr endurnýttum rávørum, og vunnu fyrr í ar Skúla FM í íverksetan. Tær fingu tískil møguleikan at luttaka í danmarksmeistaraskapinum í íverksetan.
Hetta var í kappingini Next Level, sum Fonden for Entreprenørskab skipaði fyri, og har eisini skúlanæmingar runt um í Danmark og í Grønlandi luttaka.
Kappingin skuldi upprunaliga vera í Kolding, men orsakað koronasmittuni varð kappingin í ár hildin á netinum, og hevði Deel sína framløgu í Íverksetarahúsinum í Klaksvík, haðani framløgan verður stroymd.
Og fyri løtu síðani varð altso greitt, at tær báðar Durita Jónsdóttir og Elin Eyðunsdóttir vunnu fyrsta pláss í kappingini.
Video omanfyri er frá Íverksetarahúsinum á Facebook.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald