
Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, greiðir frá í sjónbandinum, sum sæst omanfyri, um avtaluna, sum danski verjumálaráðharrin legði fram á tíðindafundi seinnapartin.
Á tíðindafundinum varð sagt, at avgerðin um, hvørt ein nýggjur radari skal setast upp á Sornfelli ella ikki, liggur í Føroyum, og at tað verður góðtikið, um Føroyar siga nei til ein nýggjan radara.
Les eisini: Trine Bramsen: Føroyar kunnu siga nei til radaran
Hetta endurtekur Edmund Joensen eisini.
– Tað stendur svart uppá hvítt í avtaluni, sum flokkarnir á Fólkatingi hava gjørt, at teir bíða eftir einari avgerð frá føroysku heimastýrinum og grønlendska heimastýrinum, og fyrr enn tá verður einki sett í verk hesum viðvíkjandi.
Fólkatingsmaðurin sigur seg leypandi hava fingið kunning frá verjumálaráðharranum, og tað sama hevur landsstýrið, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald