
Trælanípan, Mykines og Risin og Kellingin eru partur av nýggja Peter Pan-filminum, sum kemur út 28. apríl.
Risin og Kellingin (Skíggjamynd frá brellbitanum)
Ein brellbiti av Disney-filmuinum sum eitur “Peter Pan & Wendy” er kunngjørdur í dag, og har sæst vakra náttúran í Føroyum.
Á listanum á Imdb.com yvir tey fólkini, sum hava staðið fyri framleiðsluni síggjast Jón Hammer, Gudmund Helmsdal, Johannus Johansen og Ester Justinussen.
Mykines (Skíggjamynd frá brellbitanum)
Trælanípan (Skíggjamynd frá brellbitanum)
(Skíggjamynd frá brellbitanum)
Seinastu árini eru alsamt fleiri upptøkur gjørdar í Føroyum til altjóða filmar og sendirøðir. James Bond-filmurin "No Time to Die" frá 2021 er besta dømi um hetta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald