Tá NASA og SpaceX í gjárkvøldið sendu Falcon 9 avstað, var hetta fyrstu ferð í níggju ár, at fólk eru send út í rúmdina av amerikanskari jørð.
Umborð á Falcon 9 vóru Robert L. Behnken og Fouglas G. Hurley sum eru ávikavist 49 og 53 ára gamlir.
(Mynd: EPA)
Teir báðir eru ávegis til altjóða rúmdarstøðina, har teir ætlandi eru seinni í dag. Rúmdarmenninir vera á rúmdarstøðini millum ein og fýra mánaðir.
Stutt eftir fráferð lendi ein partur av rakettini aftur á einum skipi í Atlantshavinum.
Rúmdarferðin er eitt samstarv millum NASA og privatu rúmdarfyritøkuna SpaceX. Talan er um eina fyritøku sum Elon Musk, sum eisini stendur aftanfyri Teslabilarnar, eigur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald