(Upptøka: Captain Paul Watson Foundation)
Grønlendska løgreglan handtók fyrrapartin 74 ára gamla grindaaktivistin Paul Watson, tá hann við skipinum John Paul de Joria kom í havn í Nuuk at bunkra.
Handtøkuboðini komu úr Japan, sigur løgreglan.
Skipið John Paul de Joria var á veg í Kyrrahavið at órógva japanska hvalaveiðu.
Handtókan av eftirlýsta Paul Watson fór friðarliga fram, sigur grønlendska løgreglan, og tað sæst eisini í video, sum felagsskapurin Captain Paul Watson Foundation hevur lagt út á sosialar miðlar.
Har sæst løgreglan handtaka Paul Watson á brúnni á skipinum.
Paul Watson verður seinni í dag grundlógaravhoyrdur, og løgreglan fer at biðja um at fáa hann varðhaldsfongslaðan. Løgmálaráðið skal taka støðu til, um Paul Watson skal útflýggjast japanskum myndugleikum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald