(Upptøka: Heine Lützen)
Seinastu dagarnar hevur ein gravimaskina rivið vøggustovuna Stella Maris niður.
Nýggj hádeild í Sankta Frans skúla skal byggjast har. HVT vann útboðið, og sáttmálaupphæddin er kr. 28,5 mió.
Húsini, sum nú eru rivin niður, hava í fleiri umførum verið advokatskrivstova og bústaðarhús. Advokat Helge G. Simons seldi húsini til Børge Hustedt Andersen, advokat, í 1936. Hann húsaðist har til hann fór av landinum í 1949.
Húsið hevur síðan verið brúkt til mangt og hvat. Var kostskúli hjá nonnunum seinast í 50'unum og síðan millumskúli, áðrenn tad bleiv vøggustova.
Søgan um Stella Maris vøggustovuna gongur aftur til 1958, tá nonnurnar settu á stovn ta fyrstu vøggustovuna í landinum.
Í byrjanini helt vøggustovan til í tveimum skúlastovum á Sankta Frans Skúla, beint hinumegin vegin, men í 1965 flutti vøggustovan niðan til betri og rúmligari umstøður í Stella Maris.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald