Innanlands

Video: Oldboysmanningin á Konginum á fjørðinum jólaaftansmorgun

Í ár var teinæringurin Royður læntur, so tjúgu mans kundu vera við. Tað serliga við rógvingini jólaaftansmorgun er, at sungið verður ímeðan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-12-24 13:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Oldboysmanningin á Konginum byrjaði sum vant jólaaftansmorgun at koma saman til rógving.

- Vit eru um eini tjúgu mans, sum manna bátin í gjøgnum árið. Og jólaaftansmorgun vilja flestu við, so í morgun læntu vit Royður. Tað serliga við rógvingini jólaaftansmorgun er, at vit syngja í meðan vit rógva, skrivar Janus Rein, ein av manningini, á Facebook í dag.

Oldboysmanningin rør hvørja viku við gamla tíggjumannafarinum, Orminum Langa, sum nú eitur Kongurin. Manningin er upprunaliga frá 2009.

Eftir fríska túrin á fjørðinum, var okkurt heitt at fáa í neystinum.

Síggj video omanfyri, tá manningin syngur "Føgur er foldin" í Vágsbotni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder