
Í álitinum frá vinnunevndini framferðarháttinum hjá landsstýrismanninum átalaður, og í tinginum í gjár, komu eisini nøkur skot.
Jóhan Dahl, sum er partur av samgonguni, segði at hann hevði vónað, at tingið ikki fór at viðgerða hetta uppskotið einaferð afturat á henda hátt, og segði, at hetta var seinastu ferð, at hann tók undir við hesum.
- Tað verður hesaferð. Hetta verður síðsta skot í byrsuni, segði Johan Dahl úr Sambandsflokkinum.
Aðrir samgongulimir boðaðu eisini frá, at teir tóku undir við uppskotinum, men at hetta var seinastu ferð.
- Eg taki undir við tí hesaferð, men ikki kom aftur í februarmanað og bið um at leingja heimmilidina, segði Brandur Sandoy úr Fólkaflokkinum, og partamaðurin Jóhan Eli Poulsen segði tað sama.
Uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni um at fáa heimild at stongja matstovur og skeinkistøð var til aðru viðgerð í gjár, og varð samtykt við 14 fyri, og 12 ímóti. Samtyktin leingir heimilinda til 1. februar.
Triðja og seinasta viðgerð verður á tingfundinum í morgin.
Les eisini: Átaluvert at landsstýrismaðurin kemur við lóg á henda hátt
Les eisini: Meiriluti fyri at steingja mat- og skeinkingarstøð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald