
Í inniligari útgávu syngja Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen og Jørgen Olsen grandprix hittið "Fly On the Wings of Love" hjá Olsen beiggjunum.
Tað eru í ár 25 ár síðan, at teir báðir Jørgen Olsen og Niels "Noller" Olsen vunnu Eurovision, og í tí sambandi fer Jørgen Olsen at framføra lagið í seinna undanumfarinum av Eurovision, sum verður 15. mai.
Hetta er sama kvøld, sum Sissal skal royna at ryngja Danmark í fyrst finaluna síðan 2019. Tað verður við lagnum Hallucination.
Tað er fjeppararásin Eurosong-DK, sum hevur lagt upptøkuna út. Hon sæst omanfyri.
Les eisini: Sissal Jóhanna og Olsen-beiggi gleða seg til Eurovision
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald