
Nú nærkast av álvara til Eurovision-hálvfinalurnar og stóru finaluna fyri 2025. 15. mai skal Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen royna at syngja Danmark í fyrstu finaluna síðani 2019.
Tað verður tó ikki bert havnarkvinnan, sum skal umboða Danmark í stóru St. Jakobshalle í Basel.
Í sambandi við at tað í ár eru 25 ár síðani, at Olsen-brøðurnir sungu seg inn í evropeisku hjørtuni við "Fly On The Wings of Love" - upprunaliga "Smuk som et Sjerneskud" - skal Jørgen Olsen eisini til Sveis um stórar tvær vikur.
Hoyr sangin hjá Olsen-brøðrunum her (Youtube/Eurovison Song Contest)
Jørgen er eldri beiggin. Yngri beiggin, Niels "Nøller" Olsen hevur stríðst nógv við sjúku seinastu árini og syngur ikki longur.
Í sambandi við, at Jørgen Olsen skal framføra til Eurovision aftur - hesaferð sum gestir - hevur fjepparakanalin "Eurosong DK" fingið hann og Sissal Jóhannu at seta seg saman.
Tey syngja part av sanginum frá 2000 og tosa um sínar upplivingar. Hetta var fyrsta veruliga Eurovision-upplivingin hjá føroyinginum.
Hoyr og síggj tey ovast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald