Tað slepst kanska skjótari í gongd um nýggju tunlarnir norður um Fjall verða lagdir áleið har teir gomlu eru. Skal Árnafjarðartunnilin ganga av Gerðabøi í Klaksvík, so verður tað helst longri tíð at bíða.
Men Jørgen Niclasen, landsstýrsmaður, segði í tinginum í dag, tá ófráboðaðir fyrispurningar vóru, at hansara mál var at arbeiðið skuldi byrja í ár. Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum og sum er úr Hvannasundi, setti spurningin.
Orsøkin til at Gerðabøur tekur longri tíð, er at fornminni eru har, sum skulu kannast.
Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, førdi fram, at ein møguleiki var at byrja við Hvannasundstunlinum, og síðani at kanna Gerðabø liðugt fyri síðani at fara í gongd við tann tunnilin. Sambært Bill Justinussen hevur fíggjarnevndin fingið upplýst frá Landsverki, at hetta ikki ger verkætlanina dýrari.
15 milliónir eru settar av til tunlarnar norður um Fjall í ár.
- Mítt mál er, at vit fáa bjóðað út, broytt verklagslóg og fáa arbeiði ðí ggongd í ár. Tað er mítt mál, og tað er mít ynski, og tað fari eg at gera alt fyri, at tað eydnast, segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald