2023-01-15 15:16
Í nýggjasta parti av Best Ever Food Review Show roynir verturin Sonny Side at lýsa grindadráp. Hann prátar við Bjarka Skúvadal um saltfisk, og sleppur at royna garnatálg á Fiskastykkinum í Sandavági.
Seinni á degnum fer hann til Kvívíkar at eta bæði turra grind, saltað spik, feskt tvøst og spik og grindabúff frá Súsannu Mortensen og Eyðun Lisberg í Kvívík.
Hetta er annar parturin úr Føroyum hjá Best Ever Food Review Show. Í fyrsta parti vóru teir við á hummaraveiðu, og nakrir partar koma afturat um føroyska matkovan.
Sí eisini: Video: Gull úr Norðuratlantshavi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald