Innanlands

Video: 60 milliónir fyri talgilda samleikan - dýrt í mun til hvat?

Fámjinstunnilin fer at kosta 100 milliónir at byggja, og har fara 200 bilar at koyra ígjøgnum um dagin. Samleikin kostar 60 milliónir, og fer at verða brúktur 30.000 ferð um dagin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-10-28 08:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var seinnapartin í gjár, at Talgildu Føroyar løgdu Samleikan og Vangan fram, og lótu upp fyri almennari atgongd. Hetta var gjørt í stórfingnum tiltaki í Norðurlandahúsinum, har fleiri framløgur vóru.

Sí eisini: Myndir: Talgildu Føroyar vístar fram

Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldsstovuni, sum hevur verið partur av verkætlanini, hugleiddi eitt sindur um kostnaðin av Samleikanum og Vanganum, sum eru ávikavist 60 og 30 milliónir krónur.

- Dýrt í mun til hvat. Samanbera vit við onnur lond, so er hetta erin brøkpartur av hvat innur lond brúka til slíkar samleikar. Onnur lond hava brúkt hundraðtals milliónir til slíkar samleikar, segði Leif Abrahamsen.

- Samanbera vit við aðrar verkætlanir innan infrakervið í Føroyum, er tað dýrt? Fámjinstunnilin fer at kosta millum 103 og 125 milliónir krónur, og har fara 200 bilar at koyra ígjøgnum um dagin. Samleikin kostar 60 milliónir, og um vit perspektivera tað í mun til hvussu NemID verður brúkt í Danmark, so verður Samleikin brúktur 30.000 ferðir um dagin, nevndi Leif Abrahamsen sum dømi.

Øll framløgan sæst niðanfyri:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder