Innanlands

Video: Tekur langa tíð at bøta um vegirnar eftir áarlop

Árni Jacobsen, økisleiðari greiðir frá, hvussu tilgongdin hevur verið vegna mongu áarlopini tíðliga í ár og síðani tá

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-02-25 10:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um ársskiftið var nógvur kavi, og 12. januar fór tað at regna illa. Áarføri var, og fleiri áarlop vórðu skrásett.

Sí eisini: 50 størri og smærri áarlop higartil

Tað krevur nógva tíð og arbeiðsorku at rudda, og Virkisdeildin hjá Landsverk arbeiðir nú við umvælingum orsakað av áarlopum kring landið.

Í hesum sambandi hevur Landsverk gjørt eitt video, har upptøkur frá raktum støðum eru, og har greitt verður frá tilgongdini.

Í februar 2022 var eitt stórt skriðulop á Elduvíkarvegnum og fylgjurnar síggjast enn í dag. Tað tekur leingi at bøta um vegirnar eftir slíkt, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari.

Sí video hjá Landsverk ovast - ella á youtube-síðu teirra

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder