Tormóður útgav í apríl sítt fyrsta staklag á donskum, og longu nú er hann aftur við einum slíkum.
23-ára gamli hoyvíkingurin var virkin í tónleikaheiminum, áðrenn hann flutti til Danmarkar. Í 2022 gav hann stakløg út, og í apríl var "Kom til Aalborg" á marknaðinum. Tormóður Petursson Djurhuus býr nú í danska býnum, har hann er lesandi.
Sí eisini: Útiseti við nýggjum sangi um Aalborg
Nógv annað kemur eisini burturúr. Tutl, ið gevur nýggja staklagið út, skrivar, at sangurin "Jeg ku’ være landmand" best kann lýsast sum ein lættur, fangandi og sukursøtur kærleiksangur - ein rættur summarsangur.
- Sangurin snýr seg um at rýma frá øllum, bara at liva í kærleikanum, og at tað ikki er so farligt hvar man endar, so leingi man hevur hvønn annan.
Til ber at hoyra "Jeg ku’ være landmand" ovast
Tormóður á palli á Voxbotn (Mynd: Jens Kr. Vang)
Tutl skrivar, at eitt staklag afturat kemur í september.
Tormóður hevur sjálvur skrivað orð og lag. Benjamin Djurhuus spælir millum annað bass og gittar, Haraldur Fonsdal Johannesen spælir trummir og Jóhan Hentze trompet. Benjamin Djurhuus hevur framleitt og ljóðblandað, og Óli Poulsen eigur eisini sín leiklut.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald