Sum siður er, skipaði Miðnám á Kambsdali fyri valfundi við øllum forfólkunum í dag.
- Tað hevur verið ein fragd at sæð, at tey eru áhugaði at koma - aftur í ár.
Tað segði Jóannes Hansen við Portalin eftir valfundin. Hann er til dagliga lærari í samfelagsfrøði á skúlanum, valkvøldið verður hann viðmerkjari í Krigvarpinum, og í dag var hann orðstýrari til fundin.
Les eisini: Myndir: Valfundur á Kambsdali
Jóannes vísir á, at hetta er umráðandi partur av menningini hjá ungu fólkunum, sum í stóran mun uppliva val á hendan hátt fyri fyrstu ferð.
Sí alla samrøðuna ovast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald