Eftir at eingin er komin á nakran leyp í longri tíð, bragdaði endiliga, og vinningurin fór til Gásadals, har 18 fólk sótu og spældu.
Har hildu tey føðingardag, og høvdu keypt 85 gekkar. Tá burdi tað riggað, og tað gjørdi tað eisini. Ikki færri enn tvær ferðir. Fyrst við einari rekkju og so aftur síðst í sendingini við fullari plátu.
Hepni steðgaði ikki her. Sólveig Leonsson ringdi inn fyri mammu sína, Sunrid Nielsen, og hon valdi at deila gekkin í trý.
Í fyrsta snari kom hon á 20.000, og stóð sostatt við 200.000 krónum. Men hon valdi at halda fram, og rætt gjørdi hon. Aðru ferð kom hon á gula leypin og fór avstað við 1.200.000 umframt ein leypavinning.
Gekkurin minkaði nú nakað, og verður næsta fríggjakvøld 2,4 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald