Hóast landsstýrismaðurin og flestu samgongulimirnir ikki eru fyri uppskotinum, vónar løgmaður framvegis at fáa málið um at tvinga skeinkistøð at lata aftur, ígjøgnum.
- Nú lata vit samfelagið meira upp, og í tí sambandinum sigur heilsumyndugleikin, at vit mugu hava nakrar rammur so tað ikki fer at ganga galið í Føroyum aftur, at smittan ikki spjaðir seg, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
- Eg havi fult forstáðilsi fyri heilsumyndugleikunum, tá hann sigur at vit standa uttan amboð, hjálparleys um vit síggja at smittuspjaðing gongur fyri seg í náttarlívinum.
- Eg vóni at tað ikki verður neyðugt brúka lóggávuna. At man kemur har til at man fær eina avtalu í lag við aktørarnar, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Málið er nú farið í vinnunevndina, og fundur verður týsdagin. Bjørt Samuelsen, forkvinna í vinnunevndini, segði undir viðgerðini, at hoyringspartar fóru at vera boðsendir beinanvegin, og at tey fóru at arbeiða so skjótt sum gjørligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald