Innanlands

Videolag sett saman av fleiri videobrotum

Eitt nýtt sjónbandalag við vágbinginum Inga Poulsen er komið út

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-06-09 19:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hansara seinastu sjónbondsløg hava verið Kostbar og Einki við at venda við. Tað seinna av hesum eru spælt beint yvir 20.000 ferðir á Youtube - tað fyrra beint undir 120.000. 

Nýggja sjónbandslagið er av sanginum Hevur hon lovað. Sum teir flestu hjá Inga Poulsen hevur hann eitt "lætt" og fangandi lag og teksturin og heitið snúgva seg um eitt konufólk.

Sjálvt sjónbandslagið er heldur serligt, tí har síggjast nógv fólk, sum á ymsum støðum syngja og/ella dansa til sangin. Brotini av ymsu fólkunum eru send inn, og so eru tey nýtt til videolagið, har Ingi sjálvur sæst spæla og syngja og eisini koyra biltúr og eta ís. 

Eins og við sjónbandaløgunum frammanundan, so er tað Jákup S. Thøgersen, ið hevur framleitt.


Hevur hon Lovað - sjónbandalag:

Framleiðsla: Jákup S. Thøgersen

Orð, lag og sandur: Ingi Poulsen

Framlett og forritað: Símun Dam og Ingi Poulsen
Upptikið, miksað og mastrað í Simdam Studio av Símun Dam

Kór: Danny Baldursson
Trummur: Miles McPherson
El-guitar: Pauli Reinert Poulsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder