Innanlands

Viðførismóttøkan á flogvøllinum verður meira enn tvífaldað

Umstøðurnar í viðførismóttøkuni á flogvøllinum í Vágum hava so at siga síðani byrjan verið ov trongar og hava tí av røttum verið fyri atfinningum, sigur Regin I. Jakobsen

Regin I. Jakobsen, stjóri hjá Vága Floghavn og Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, eftir at arbeiðssáttmálin er undirskrivaður. Útbyggingin fer at hava við sær, at viðførismóttøkuhøllin, sum í dag er um 250 m², verður víðkað til 620 m², samstundis sum sjálvt bandið, har tey ferðandi fáa sítt viðføri, fer úr um sløkum 40 m upp í umleið tvífalda longd.

Regin I. Jakobsen, stjóri hjá Vága Floghavn og Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, eftir at arbeiðssáttmálin er undirskrivaður. Útbyggingin fer at hava við sær, at viðførismóttøkuhøllin, sum í dag er um 250 m², verður víðkað til 620 m², samstundis sum sjálvt bandið, har tey ferðandi fáa sítt viðføri, fer úr um sløkum 40 m upp í umleið tvífalda longd.

2022-08-18 13:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Umstøðurnar í viðførismóttøkuni á flogvøllinum í Vágum hava so at siga síðani byrjan verið ov trongar og hava tí av røttum verið fyri atfinningum, ikki minst seinastu tíðina, men nú verður farið undir at víðka um hølini.

Soleiðis stendur í tíðindaskrivi, sum Vága Floghavn hevur sent út í dag í samband við, at sáttmáli nú er undirskrivaður við Articon. Byggifyritøkan skal í næstum fara undir arbeiðið at byggja viðførismóttøkuna í floghavnini.

Eins og hann gjørdi í samrøðu við Kringvarpið fyrr í vikuni, viðkennur Regin I. Jakobsen, stjóri hjá Vága Floghavn, at farstøðin leingi hevur verið ov lítil, og at tey nýggjari flogførini hava gjørt mun:

- Hóast tað er lutfalsliga stutt síðani at farstøðin á flogvøllinum varð tikin í nýtslu, so hevur hon í roynd og veru verið ov lítil frá fyrsta degi. Veruleikin er, at hon er teknað til eina aðra tíð, tá flogførini vóru helvtina minni enn tey nýtt verða í dag, og tað gevur sum vera man avbjóðingar.

Les eisini: Viðførisviðurskiftini í Vága Floghavn skulu nú betrast

Sáttmálin, ið Articon og Vága Floghavn skrivaðu undir í gjár,  fevnir bæði um lendisarbeiði og byggiarbeiði. Fyrireikingarnar eru komnar nakað áleiðis og farið verður undir arbeiðið í næstum.

- Útbyggingin fer at hava við sær, at viðførismóttøkuhøllin, sum í dag er um 250 m², verður víðkað til 620 m², samstundis sum sjálvt bandið, har tey ferðandi fáa sítt viðføri, fer úr um sløkum 40 m upp í umleið tvífalda longd. Hetta er veruliga ein tiltrongd útbygging og síggja vit fram til at veita viðskiftafólkum okkara eina munandi betraða tænastu, tá arbeiðið eftir ætlan verður liðugt til háárstíðina komandi summar, sigur Regin I. Jakobsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder