Uttanlands

Vigdís fyllir 90 í dag

RÚV hevur serliga sending Vigdís til heiðurs í kvøld - tað sigst at ein føroyingur verður heiðraður við serligari málheiðursløn

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-04-15 14:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi forseti Íslands, Vigdís Finbogadóttir, fyllir níti ár í dag. Í ár eru eisini 40 ár liðin, síðan hon varð vald til forseta, sum fyrsti fólkavaldi kvinnuligi forsetin í heiminum.

Vigdís Finnbogadóttir varð forseti í 16 ár, afturvald tríggjar ferðir, harav tvær ferðir uttan atkvøðugreiðslu, tí ongin stillaði upp móti henni.

Sum forseti og eisini síðani, er Vigdís vorðin ein fyrimynd, ein slóðari, eitt súmbol um samahhald og eitt virðiligt umboð fyri Ísland kring allan heim.

Vigdís føddist í Reykjavík 15. apríl 1930. Eftir vanliga skúlagond flutti hon til Fraklands fyri at lesa franskt og bókmentir við lærda háskúlan í Grenoble og Sorbonne.

Afturkomin úr Fraklandi undirvísti hon í fronskum á miðnámsskúlum heima í Íslandi. Hon stovnaði eisini ein sjónleikarabólk og umsetti nøkur fronsk leikrit til íslendskt.

Í 1970’unum undirvísti hon fronskum í íslendska kringvarpinum RÚV, og varð síðan sett sum stjóri í Leikfélag Reykjavíkur, sum vitjaði í Føroyum meðan hon var stjóri har.

Í sjeytiárunum mentist kvinnurørslan í Íslandi, og 24. oktober 1975 hildu 90 prosent av kvinnuligu arbeiðsmegini í landinum seg heima fyri at gera vart við ójavnan millum kynini á arbeiðsmarknaðinum.

Tá sitandi forsetin í landinum, Kristján Eldjárn á nýggjárinum 1980 boðaði frá, at hann ikki fór at stilla uppaftur á forsetavalinum um summari, fóru kvinnurnar í holt við at finna eina kvinnu, sum kundi stilla upp til valið, og heitt varð á Vigdís Finnbogadóttir, sum tók av avbjóðingini.

Á valinum á sumri 1980 varð hon vald til forseta við 33,8 prosentum av atkvøðunum. Hon varð sitandi forseti til 1996 tá hon avgjørdi ikki at stilla uppaftur.

Eftir at hon gavst sum forseti hevur hon brúkt tíð sína til at stríðast fyri fólkaræði, javnstøðu og mannarættindum og áhugi hennara fyri fremmandamáli er ongantíð minkaður.

Tíðliga í hesi øldini varð eitt serligt institutt fyri fremmandamál sett á stovn í hennara navni á Háskóla Íslands, kallað ”Stofnum Vigdísar Finnbogadóttur í erlendum tungumálum”, og í 2017 fekk stovnurin egnan bygning í Brynjólfsgøtu í Reykjavík, kallaður ”Veröld – hús Vigdísar”.

Vert er eisini at nevna, at tá Føroyar, Grønland og Ísland tóku seg saman at seta á stovn serligt hús at umboða londini í danska høvuðsstaðnum, var tað Vigdís Finnbogadóttir, sum átók sær uppgávuna at fáa verkætlanina, vit í dag kenna sum Norðuratlantsbryggjuna, upp á pláss.

Ríkisútvarp Íslands, RÚV, hevur í kvøld klokkan 21 okkara tíð eina serliga sending í sjónvarpinum, Vigdís til heiðurs.

Ein serlig málheiðursløn verður latin í hesum sambandi á fyrsta sinni, og sambært Kringvarpi Føroya, verður tað ein føroyingur, sum fær hesa heiðursløn.

Tá Fróðskaparsetur Føroya hátíðarhelt fimmti ára stovningardag sín í 2016, helt Vigdís Finnbogadóttir ein fyrilestur, sum kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder