Innanlands

Víkingaáhugað úr ellivu londum vitjaðu Eysturkommunu

Talan var um starvsfólk knýtt at bæði søvnum og kommunalum felagsskapum, ið hava tilknýti til víkingatíð. Har var ymiskt at síggja í Leirvík og Gøtu og tættari bond eru knýtt.

mynd: eysturkommuna.fo

mynd: eysturkommuna.fo

2026-09-18 19:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Starvsfólk, ið eru knýtt at bæði søvnum og kommunalum felagsskapum, ið hava tilknýti til víkingatíð, vitjaðu í farnu viku í Eysturkommunu.

Kommunan upplýsir á heimasíðu sínari, at talan er um eina afturvendandi ráðstevna hjá felagsskapinum Destination Viking Association.

Fyri teimum bar til at vísa summi av tingunum, sum eru sermerkt fyri Eysturkommunu.

Sí eisini: Seinasti møguleiki at síggja framsýningina av útgrevstinum á Toftanesi

Fólki komu úr 11 ymiskum londum.

Sambært eysturkommuna.fo kann hetta hjálpa kommununi framyvir.

- Vitjanin gekk sera væl og enn tættari bond eru nú knýtt at søvnum og felagsskapum rundan um okkum, ið bæði kunnu geva okkum íblástur og ítøkiliga hjálp í arbeiðinum at menna okkara øki til eitt dygdargott ferðavinnumál, til gangs fyri bæði borgarar og ferðafólk.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder