Uttanlands

Vil friða "dreamers" í trý ár afturfyri múr

Demokratar eru ikki nøgdir við nýggja uppskotið hjá Trump

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-01-20 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump, heldur fast við, at ein múrur skal byggjast á markinum millum USA og Meksiko.

Tað segði hann í røðu, sum í gjárkvøldið varð send beinleiðis í amerikanska sjónvarpinum.

Afturfyri tær 5,7 mia. dollararnar, sum skulu fíggja múrin, ætlar Donald Trump at seta fígging av til eina rúgvu av øðrum tiltøkum.

Eitt nú ætlar forsetin at seta 805 mió. dollarar av til tøkni, sum kann finna fram til ólóglig rúsevnir.

Eisini sigur Trump, at hann ætlar at friða sonevndu "dreamers" í trý ár, um hann fær játtað fígging til múrin. Dreamers eru ólógligir tilflytarar, sum komu til landið, tá tey vóru ómyndug. Hetta merkir, at teir ikki kunnu verða vístir úr landinum í hesum tíðarskeiðnum.

Tað sær tó ikki út til, at demokratarnir eru nøgdir við hetta.

Demokratiski leiðarin í Umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi segði í gjárkvøldið, sambært DR, at hon helt uppskotið hjá Trump vera "ónøktandi".

Almenni geirin í USA hevur nú verið afturlatin í 29 dagar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder