Við fíggjarligum stuðli frá Vesturheiminum hevði Ukraina kunnað framleitt fleiri vápn, enn tað kann í løtuni, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.
Í sjónbandaða røðu leygarkvøldið kom hann við umbøn um meira fígging til at økja um ukrainsku vápnaframleiðsluna.
Ein orsøk til, at tey sameindu í vesturheiminum eiga at umhugsa hetta er, at fleiri teirra sjálvi mangla vápn og tí illa fáa latið fleiri til Ukraina. Onkrir samstarvsfelagir hjá Ukraina hava eisini serliga tøkni, sum Ukraina hevði kunnað gagnnýtt nú, sigur Zelenskyj.
Í røðu sínari takkaði ukrainski forsetin eisini teimum, sum longu hava gjørt íløgur í ukrainsku verjuna. Hann undirstrikaði, at tað serliga er fíggingin til dronuframleiðslu, sum hevur verið ein stór hjálp.
Zelenskyj hevur fleiri ferðir sagt, at hann ynskir at gera Ukraina til ein av heimsins størstu vápnaframleiðarum.
Ukraina og Russlans hava verið í kríggj síðan februar 2022, og Ukraina hevur verið nógv bundið av hernaðarstuðli úr vesturheiminum. Ónevndar keldur siga, sambært Ritzau, ar Ukraina nú hevur stóran tørv á nyggjum vápnum og lóðri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald