placeholder
Innanlands

Vil hava fleiri føroyingar út at røra seg

Rørsla fyri Øll er átak, sum Peter Jensen ger saman við Fólkaheilsuráðnum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-02-12 17:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Áhugin fyri at vera við í heilsuátakinum, kallað Rørsla fyri øll, er rættiliga stórur. Bæði fyritøkur og einstaklingar vísa áhuga fyri tiltakinum.

Tað upplýsir stigtakarin Peter Jensen.

Peter er dani, og er staddur í Føroyum í praktik hjá ítróttahandlinum Sport24 í SMS í sambandi við útbúgvingini innan marknaðarførslubúskap.

Peter hevur fingið samstarv við bæði Fólkaheilsuráðið og við tey fimm rennifeløgini Bragdið í Havn, Treysti í Klaksvík, Roysnið í Eysturoy, Frælsi í Vágum og Hvistan í Suðuroy.

Ætlanin er, at frá viku 8 – tað er í komandi viku – og 15 vikur fram kann ein luttaka ókeypis í venjingunum hjá ítróttafeløgunum. Umframt at fáa møguleikan at venja og fáa holla vegleiðing, fæst ein venjingarskrá og møguleiki at fáa eina heilsukanning frá Fólkaheilsuráðnum móti lítlum gjaldi.

Peter Jensen greiðir frá, at hann hevur sett seg í samband við fleiri arbeiðspláss, og fleiri teknaðu seg til tiltakið beinanvegin. Eisini hópur av einstaklingum hava longu teknað seg til ætlanina.

Møguleiki er at fáa meira at vita um tiltakið við at fara inn á bólkin Rørsla fyri øll á Facebook

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder