Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, vil hava greiði á nýtsluni av orkudrykkum hjá børnum og ungum.
Hann hevur sett landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Margit Stórá, grein 52 fyrispurning um málið.
Tingmaðurin vil vita, um landsstýriskvinnan metir tað vera skilagott, at børn og ung drekka orkudrykkir, og um hon ætlar at gera nakað fyri at verja børn og ung ímóti orkudrykkjum.
Eisini spyr hann, hvat landsstýriskvinnan heldur um at seta forboð fyri børn og ungum ávikavist undir 18 og undir 16 ár.
Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Nøkur av hjáárinunum av at drekka ov nógvar orkudrykkir eru høvuðpína, magapína, hjartabankan, ringur svøvnur, ekki og stress. Orsøkin er stóra innihaldið av koffein í orkudrykkjunum samanborið við vanliga sodavatn. Kroppurin hjá einum barni er væl minni enn hjá einum vaksnum og tolir tí ikki líka stórar mongdir av koffein, sigur Steffan Klein Poulsen í viðmerkingunum.
Pólland, Estland, Rumenia, Litava og Lettland eru nøkur lond, sum hava bannað orkudrykkjum til børn undir 18 ár. Í mai mánaði í ár viðtók Noreg, at børn undir 16 ár ikki skulu kunna keypa orkudrykkir.
Margit Stórá, landsstýriskvinna, skal svara fyrispurninginum í seinasta lagi 14. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald