Hava fyritøkur, sum vórðu vidnar av Landsverki um at fremja ymiskt arbeiði til at gera Glasir lidnan, fingið gjald fyri sítt arbeiði. Um nei, hví ikki.
Svarið vil Høgni Hoydal úr Tjóðveldi hava frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, í einum grein 52 fyrispurningi.
Hann spyr eisini, nær fyritøkurnar kunnu rokna við, at goldið verður fyri arbeiði. Landsstýrismaðurin verður eisini biðin um meta um hvørjar avleiðingar gongdin hevur havt fyri smærri fyritøkur, sum ikki hava fingið sínar pengar.
- Eftir at Glasir varð gjørdur liðugur og handaður landsstýrinum í august 2018, hevur verið eitt langt og drúgt eftirspæl av byggingini, og tað hevur fingið bæði stórar politiskar avleiðingar og starvsligar avleiðingar á Landsverki. Politiska skipanin hevur viðgjørt og fer uttan iva frameftir at viðgera hetta byggimál, ið røkkur um fleiri samgongur, skrivar Høgni Hoydal í viðmerkingunum.
- Eitt, ið tó lítið hevur verið frammi, er støðan hjá teimum fyritøkum, ið vórðu bidnar um at gera ymiskt arbeiði fyri Landsverk, til tess at fáa Glasir lidnan.
- Í Dimmalætting hevur í ár onkur arbeiðstakari á smærri fyritøku verið frammi og víst á, at enn er ikki goldið fyri arbeiði, sum varð gjørt í 2018, verður sagt í viðmerkingunum.
Grein 52 fyrispurningar skulu svarast skrivliga innan tíggju yrkadagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald