Týsdagin segði fyrverandi amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Henry Kissinger, at hann helt, at ukrainar skulu lata Russland fáa Donbas-landslutin og Krim-hálvoynna, sum eisini hevur verið nevnt sum eitt av krøvunum hjá Russlandi.
Í roynd og veru eigur støðan at gerast tann sama, sum hon var áðrenn Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar, sigur Kissinger, sum leggur afturat, at samráðingar eiga at byrja innan fyri komandi mánaðirnar, áðrenn støðan gerst so spent, at tað verður enn torførari at loysa hana.
– Heldur kríggið fram eftir hetta, fer tað ikki at snúgva seg um frið í Ukraina men um eitt nýtt kríggj móti sjálvum Russlandi.
Men ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj heldur lítið um uppskotið hjá Kissinger, sum var amerikanskur uttanríkismálaráðharri í 70unum undir Richard Nixon og Gerald Ford.
Í røðu mikukvøldið tók Zelenskyj frástøðu frá uppskotinum hjá Kissinger.
– Líka mikið hvat russiski staturin ger, er onkur, sum sigur: Latið okkum taka atlit til teirra áhugamál, segði forsetin og nevndi m.a. hendingarnar í Butja og Mariupol.
Eisini segði hann, at "stórir geopolitikarar", sum heita á Ukraina um at geva partar av landinum yvir til Russland, ikki hugsa um tey vanligu fólkini.
– Teir skjóta upp at geva milliónum av ukrainum, sum búgva har, í býti fyri eina illusión av friði. Mann eigur altíð at hugsa um fólkið, segði hann sambært Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald