Innanlands

Vildi ikki hava Jacob Vestergaard aftur í landsstýrið

Fyri jól gjørdi løgmaður greitt, at Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur ikki sluppu aftur í landsstýrið, og tí mátti Fólkaflokkurin finna ein annan at yvirtaka fíggjarmál í landsstýrinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-23 10:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað gjørdist tí morgun greitt, at tað verður Uni Rasmussen, sum fer at yvirtaka landsstýrissessin í Fíggjarmálaráðnum eftir Jørgen Niclasen, sum fór frá í farnu viku. Fyrr í vikuni vistu keldur úr Fólkaflokkinum annars at siga, at Jacob Vestergaard var eitt boð uppá ein nýggjan landsstýrismann.

Sambært Kringvarpinum gjørdist hetta tó av ongum, eftir at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður gjørdi Fólkaflokkinum greitt, at Jacob Vestergaard ikki slapp aftur í landsstýrið.

Seinastu árini hevur Jacob Vestergaard verið landsstýrismaður í fiskivinnumálum, men hann legði frá sær 20. desember fyri at taka sæti aftur á tingi og atkvøða ímóti uppskotinum um sammøður.

Løgmaður gjørdi tá greitt, at Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum eisini fór frá av somu orsøk, ikki sluppu aftur í landsstýrið.

Tí fall valið á Una Rasmussen í gjárkvøldið.

Les eisini: Uni Rasmussen tilnevndur seinnapartin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder