Fyrsta kvøldið á Summar Festivalinum var í gjárkvøldið, og hetta gav sum vera man okkurt arbeiði til løgregluna.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur í morgun, at tað vóru nógv full fólk, og fólk sum vóru dottin. Men tað gekk kortini rímiliga friðarliga fyri seg, og einki harðskapsmál var.
Uttanfyri Norðoya Sparikassa um hálvgun fýra tíðina var nakað av ófriði, og har var ein unglingi, sum ikki vildi upplýsa navn fyri løgregluni. Tað er tað einasta man hevur skyldu at svara, tá løgreglan spyr, og ger man ikki tað, kann roknast við bót. Og tað bleiv tað so í hesum føri.
Í tveimum førum vóru bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir. Í Klaksvík var ein tikin fyri at koyra rúsevniskoyring, og ein annar á veg inn í Havnina var tikin fyri at koyra rúsdrekkakoyring.
Men í sambandi við Summar Festivalin er ferðslan í Klaksvík nakað skerd. Vegir eru, har tað bara er loyvt at koyra einvegis í hesum døgum, meðan festivalurin er. Tveir bilførarar fylgdu ikki hesum nýggju skeltunum, og fingu klipp fyri hetta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald