Borgarstjórnarnir í norðoyggjum undirskrivaðu herfyri eitt felags skriv, har teir heittu á landsstýrismannin í samferðslumálum og Landsverk, um at seta átøk í verk, sum kunnu bøta um trygdina í báðum tunlum norður um Fjall. Tað skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuna.
Í hesum sambandi hevur fundur nú verið millum borgarstjórnarnar og Landsverk, um hvørji tiltøk kunnu setast í verk, til tess at betra um trygdina í báðum tunlunum.
Spurningurin er serliga vorðin átrokandi, nú tunga ferðslan er nógv økt í samband við arbeiðið við nýggju tunnlunum.
Fundurin var sum heild sera jaligur og partanir vóru samdir um, at ein skilagóð loysn má finnast, meðan arbeiðið við nýggju tunnlunum er í gongd, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Eisini kom fram á fundinum, at Landverk hevur bílagt eina ljósskipan, sum fer at betra munandi um trygdina og sum samstunds fer at lætta um hjá bilførarum, sum ferðast á vegastrekkinum tá ferðslan er uppá tað mesta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald