Leygardagin savnaðust fólk í fleiri fronskum býum at mótmæla koronutiltøkini hjá fronsku stjórnini. Mótmælið var eisini eitt aftursvar til franska forsetan, Emmanuel Macron, sum herfyri segði, at hann ynskti at gera lívið súrt fyri tey ókoppsettu.
Eitt lógaruppskot, sum skal viðgerast í franska senatinum í komandi viku, skal gera tað til krav at verða koppsettur fyri koronu fyri m.a. at ferðast millum býir við toki, luttaka í mentanarligum tiltøkum ella eta á matstovu. Sostatt verður eitt negativt kanningarúrslit ella eitt prógv um, at mann áður hevur verið smittaður, ikki longur góðtikið, sum tað annars hevur verið.
Mótmælisfólkini søgdu, at tey eisini ynskja at gera lívið súrt fyri Macron, sum sambært teimum, ger seg inn á teirra grundleggjandi mannarættindi og ger mun á fólki.
Les eisini: Emmanuel Macron: Borgarligar skyldur koma fyrst
Sambært tíðindastovuni Reuters varð m.a. mótmælt í París, Marseille, Nantes, og Le Mans, og í hesum samabandi vórðu eisini samanbrestir millum mótmælisfólk og løgreglufólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald