Í samrøðu við miðilin Le Parisien herfyri segði franski forsetin, Emmanuel Macron, at hann ynskti at gera lívið so súrt sum gjørligt fyri tey, sum ikki eru koppsett.
Hann segði m.a., at tey ókoppsettu vóru ábyrgdarleys, og at ábyrgdarleys ikki vóru at rokna sum borgarar.
Franski forsetin sigur, at hann stendur við tað, sum hann hevur sagt, og at hann harmast um støðuna, sum Frakland er í.
Les eisini: Frakland nærkast koppsetingar-kravi
– At vera borgari inniber at hava rættindi og skyldur, og skyldur koma fyrst, sigur Macron í viðmerking til samrøðuna.
Tað er ein skeiv tulking, tá summir borgarar vilja vera við, at teir hava rætt til ikki at lata seg koppseta, sigur hann. Soleiðis skal tað ikki skiljast, tá mann setur lívið hjá øðrum í vanda, heldur franski forsetin, sambært Ritzau.
Frakland roynir í løtuni at herða koronutiltøkini við m.a. einum koppsetingarpassi. Eitt lógaruppskot, sum skal viðgerast í senatinum í komandi viku, skal gera tað til krav at verða koppsettur fyri koronu fyri m.a. at ferðast millum býir við toki, luttaka í mentanarligum tiltøkum ella eta á matstovu.
Eitt nýtt negativt kanningarúrslit ella prógv fyri, at mann áður hevur verið smittaður við koronu, fer ikki at verða góðtikið, sambært nýggju lógini.
Uml. tíggju prosent av franska fólkinum hava ikki latið seg koppseta fyri koronu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald