Innanlands

Vilja hava tunnilsmunnan í Nesi

Veljarakanning vísir greitt, at almenninginum ikki hóvar, at munnin á komandi suðuroyatunnlinum verður norðuri í Sandvík

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2024-12-12 12:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er ikki bara í Sandoy, at almenni hugburðurin ikki er í samsvari við ætlanirnar hjá landsstýrinum og tunnilsfelagnum í spurninginum um hvar tunnilsmunnin til komandi tunnilin millum Sandoy og Suðuroy skal vera.

Í uppskotinum til løgtingslóg er ætlanin, at tunnilin kemur upp í Sandvík, og at ferðslan skal leiðast gjøgnum ein annan tunnil til Hvalbiar og síðan gjøgnum Hvalbiar bygd yvir til verandi nýggja tunnilin millum Hvalba og Trongisvág.

Veljarin er ósamdur

Men sambært veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin/BlaðiðVikuskifti í farnu viku, eru tað bert 18 prosent av veljarunum, sum eru samd við myndugleikunum í at tunnilin skal koma upp í Sandvík.

Tað eru nógv fleiri, sum mæla til, at tunnilin kemur upp í Nesi nærri núverandi Hvalbiartunnli.

Vit settu farna mikudag 500 veljarum hendan spurning: “Hvar ynskir tú, at tunnilsmunnin í Suðuroynni skal vera?”.

Sigast skal, at tað eru heilt nógv, sum ivast í hesum spurninginum, tí helmingurin, 50 prosent av teimum spurdu svaraðu ‘veit ikki’.

Tríggir svarmøguleikar vóru annars til spurningin.

  • 18 prosent svaraðu “í Sandvík, við tilhoyrandi tunnli til Hvalbiar”
  • 5 prosent svaraðu “í Hvalba, norðan fyri skúlan”
  • og 27 prosent svaraðu “í Nesi, nærri núverandi Hvalbiartunli”

Suðuroyingar og sandoyingar sannførdir

Tá hugt verður eftir hvønn flokk veljararnir velja, so er greiður meiriluti í øllum fyri loysnini í Nesi heldur enn í Sandvík.

Og tá hugt verður eftir svarunum hjá teimum, sum búgva í ‘suðurøkinum’, tað er í Suðuroy og í Sandoy, so er ikki nógvur ivi.

Meira enn helmingurin, 56 prosent, svaraðu ‘í Nesi’, meðan 23 prosent søgdu ‘í Sandvík’, 3 prosent ‘í Hvalba’ og 17 prosent svaraðu ‘veit ikki’. Talið av teimum, sum svaraðu ‘veit ikki’ var nógv minni her enn í hinum økjunum í Føroyum.

Les eisini: Undirtøka fyri Suðuroyartunnlinum

Les eisini: Fólkið ynskir eina aðra linjuføring

Ja til Skúvoyartunnil

Vit spurdu eisini, um veljarin ynskir, at komandi Suðuroyartunnilin skal koma upp í Skúvoy.

Eisini her er svarið greitt. Helmingurin av teimum spurdu siga ja til spurningin: “Heldur tú, at Suðuroyartunnilin eigur at fara upp í Skúvoy?”.

31 prosent siga nei, meðan 19 prosent svara ‘veit ikki’.

Hetta vísir, at tað eru nógv fleiri, sum nú mæla til at Suðuroyartunnilin kemur upp í Skúvoy, enn tað gjørdi í november í fjør, tá vit eisini settu spurningin. Tá søgdu 42 prosent ja, 30 prosent nei og 28 prosent ivaðust

Hyggja vit eftir landafrøðiliga býtinum í nýggjastu kanningini, so síggja vit, at tað eru havnarfólk, sum eru mest ‘lunkað’ í spurninginum um at loyva skúvoyingum eisini at fáa møguleika at koyra til og frá oynni, tí 37 prosent av teimum spurdu í høvuðsstaðnum svaraðu nei og bert 43 prosent ja.

Nógv tað greiðasta svarið kemur frá veljarunum í Sandoy og Suðuroy: 74 prosent siga ja, 12 prosent siga nei og 14 prosent siga ‘veit ikki’.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder