Týskvøldið 14. november kl. 19.30 verður nýggja bókin "Vilstar røtur" eftir Ingun Christensen løgd fram í Gamla bókahandli / Paname. Malan Marnersdóttir kemur at tosa við høvundan um bókina.
Vilstar røtur eftir Ingun Christensen vann kappingina um Ta føroysku Bókhandlaravirðislønina í 2022.
Ingun hevur áður skrivað barna- og ungdómsbøkur, eina ungdómsskaldsøgu og eitt stuttsøgusavn. Hon er fødd í 1968 og uppvaksin í tvímæltari familju í Hósvík. Hon hevur útbúgving sum korrespondentur í enskum og týskum og BA/ED í enskum.
Ingun Christensen hevur yrkt, síðan hon var smágenta, fyrsta yrkingin kom á prent í Kvinnu í 2009. Vilstar røtur er fyrsta skaldsøga hennara til vaksin.
Høvuðspersónurin í skaldsøguni er Báralda. Báralda er tíðindakvinna við royndum frá heimsins stríðsvøllum, tá hon fær boð um, at hon hevur arvað eini hús eftir ommuna Aldu, sum hon ikki visti av.
Skaldsøgan lýsir, hvussu Báralda fer í holt við at rekja hesa ættarsøguna, sum er knýtt til tveir garðar, Líðarsteinsgarðin og Fornagarðin. Søgan fevnir um tíðina frá fyrst í 20. øld til 2021. Agnas á Fornagarði sigur sína søgu, dagbókin hjá Aldu er um viðurskiftini á Fornagarði, sum eru merkt av harðskapi og loynidómum. Søgan er fløkt og full av dulsmálum. Hvør ommudóttirin Báralda annars er kemur spakuliga fram so hvørt søgan líður.
Skaldsøgan fæst í bókahandlunum um landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald