Mentan

Vinalag millum dreingir

Nýggjur virðisløntur LGBT-filmur á skránni í filmsfelagnum mikudagin 

2023-04-20 07:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

”Close” er søgan um tætta vinarlagið millum Léo og Rémi í skúlanum og millum blómurnar á økrunum, har teir og foreldrini arbeiða við grøðini. Hóast vøkru filmisku frásøgukynstrini hjá kenda belgiska leikstjóranum Lukas Dhont (f.1991), fær tað ræðuligar fylgjur, tá floksfelagarnir úr skúlanum vinna teimum báðum neisir.

Lukas Dhont, sum fyrr hevur gjørt stílfulla transgender filmin ”Girl”, fekk fyri nýggjasta filmin, ”Close”, stóru Grand Prix virðislønina hjá dómsnevndini í Cannes í fjør, har 75 av heimsins fremst ummælarum valdu filmin at verða hin besta í allari skránni. 

”Close”, sum var í uppskoti at vinna Oscarvirðislønina sum besti altjóða filmur, vann í heimlandinum fimm Magritte virðislønir, m.a. sum besti flamski filmur og belgisku André Cavens ummælaravirðislønina. Í Haugesund valdu norskir ummælarar ”Close” at vera hin besta, eins og í Haifa í Ísrael og í Key West, har hann vann LGBTQ virðislønina sum besti filmur.

Internet Movie Data base sigur um intensa belgiska filmin: - Inniliga vinalagin millum tveir 13 ára gamlar dreingir, Léo og Remi, verður knappliga órógvað. Léo stríðist fyri at skilla hvat hendir, og vendir sær til mammu Rémi, Sophie. “Close” er ein filmur um vinalag og ábyrgd.

Filmsfelagið vísir “Close” mikudagin 26. apríl kl. 20 í Havnar Bio.  

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder