Tvær áhugaverdar kirkjukonsertir við norskum kóri verða um vikuskiftið. Tann fyrra í Havnar kirkju fríggjakvøldið og hin seinna í Christianskirkjuni sunnukvøldið
“Vindens Hjul” er ein sonevnd “gammeldansmessa”. Gammeldans er felagsheiti fyri traditionellan fólkadans í Noregi. Oftast verður dansað til harmonikufylgjuspæl.
Gammeldansmessa er ein samanblanding av traditionellum dansiløgum og katólsku messuni við sínum føstu liturgisku liðum.
“Vindens Hjul” er heitið á messuni, og tað serstaka við henni er, at hon broytist frá framførslu til framførslu, tí improvisatión er stórur partur av messuni.
Norska Solheimkoret kemur til Føroya á vitjan, og fer um vikuskiftið at hava tvær framførslur. Tann fyrra verður í Havnar kirkju fríggjakvøldið kl 20 og hin seinna í Christianskirkjuni sunnukvøldið kl 20.
Saman við norska kórinum og tónleikarum fara eisini Sanna Bæk Hoydal, sang, og Angelika Hansen, violin, at luttaka. Á konsertini í Klaksvík luttekur kórið í Christianskirkjuni saman við norsku gestunum.
Kórleiðari er Inger Pernille Stramrud
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald