Innanlands

Vindferðin er høg

Umleið 30 metrar um sekundið í hvirlunum ymsastaðni. Hetta vísa yvirlit hjá Landsverk og veðurstovnum. Tað stendur tó til at batna út á dagin

2023-12-31 10:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum vit hava skrivað um fyrrapartin, so setti vindurin sín dám á í gjárkvøldið og í nátt, og vindurin ávirkar serliga samferðsluna í dag.

Les eisini: 
Eingin sigling á Suduroyarleiðini í dag
Fýra vindskaðar kring landið

Umframt mongu avlýsingarnar hjá Strandferðsluni - har er so at siga eingin almenn sigling ella koyring - so ávarar Landsverk um nógvan vind ymsastaðni í landinum. 

[object Object]
(Skýggjamynd: Landsverk)

Yvirlit er á landsverk.fo. Har sæst, at vindstyrkin er høg - í hvirlunum liggur hon beint undir ella beint yvir 30 m/s ymsastaðni. 

Sí yvirlit yvir veðrið á Portalinum
Veðurstova Føroya hevur hetta yvirlitið

Miðalvindstyrkin er ikki langt undir 20 m/s í fleiri støðum í Føroyum. Regnið vitjar eisini. 

Talan er ikki um tespiligt veður, og tað er lítið hugaligt í mun til at hátíðarhalda nýggjárið við millum fýrverki og bálinum. Tað sær tó frægari út til seinni. Nógv bendir á, at veðrið batnar út á seinnapartin, og at tað ikki verður so galið í kvøld, tá ársskiftið nærkast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder