Innanlands

Eingin sigling á Suðuroyarleiðini í dag

Smyril skuldi sigla tveir túrar. Veðrið darvar millum annað eisini siglingina til og frá Nólsoynni og allar bygdaleiðirnar

Veðrið órógvar nógv á seinasta degi í 2023 (Mynd: Bjartur Vest)

Veðrið órógvar nógv á seinasta degi í 2023 (Mynd: Bjartur Vest)

2023-12-31 09:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Veðrið á ársins seinasta degi er einki serligt, og eins og fráboðað varð í gjár, so ávirkar hetta almennu samferðsluna.

Strandferðslan boðaði í gjár frá, at avlýsingar á oyggja-og-bygdaleiðum kundu væntast, og sum tað sæst á ssl.fo, so er samferðslan nógv darvað: 

[object Object]

[object Object]

Til ber at síggja fult yvirlit á ssl.fo

Tíðliga í morgun varð fráboðað, at eingin sigling fór at vera um Suðuroyarfjørð 31. desember. Smyril skuldi annars sigla av Tvøroyri í morgun og suður aftur seinnapartin. Hetta ávirkar helst flest fólk.

Fyri løtu síðani kom eisini fráboðan um, at vegna veður verða eingir túrar gjørdir millum Tórshavn og Nólsoy. Heldur eingin sigling er út í Hest.

Orsakað av vindinum er tað á flestu leiðunum eingin koyring: Millum annað leið 400, flogvallarrutan og nýggja rutan millum Sand og høvuðsstaðin. Koyringin stendur at vera liðug nakað eftir døgurða í dag, so ivasamt er, um Bygdaleiðirnar verða nakað virknar í dag.

Landsverk boðar frá nógvum vindi ymsastaðni í landinum. Miðalvindferðin er høg í løtuni. Tað stendur til at batna út ímóti midnátt men einki dýrdaveður til fýrverk og annað.

Sí veðrið her

Sí eisini: Regn og vindur nýggjarsaftan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder